Teldunýtt

.

Skjótasta modemið

ADSL er tøknin, ið gevur okkum snarferðs atgongd til Internetið. ADSL virkar á einum vanligum telefonkaðali og gevur eina ferð, ið lættliga kann vera 30 til 50 ferðir so skjót sum núverandi modem.

ADSL hevur kortini nøkur veik punkt: tað er framvegis dýrt og trupult at installerað, og tað finnast fleiri ymisk stig.

Nú er ein bólkur, ið m.a. telur Microsoft og Intel, byrjaður at menna eitt felags stig. Tað skal eisini gerast so lætt at installera, at øll kunnu installera tað eins lætt og eitt vanligt modem.

Tað fer væntandi at taka eini tvey ár, áðrenn arbeiðið er liðugt og ADSL fæst til keyps.


Eitt 56K stig?

Stríðið millum tey bæði ymisku 56 kbps stigini sær eisini út til at fáa ein enda.

Fyritøkurnar aftan fyri tey bæði ymisku stigini eru vorðin samd um, at royna at gera tey sameinilig. So verður líkamikið, hvat 56 K modem, nýtararnir keypa.


Apple stóra fram-

gongd í Europa

Eftir eitt langt tíðarskeið við fallandi umsetningi og sølu, kann Apple nú aftur fegnast um stóra framgongd í Europa.

Seinasta ársfjórðing í fjør øktist umsetningurin heili 47%.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er nýggjasta teldurøðin hjá Apple, G3. Hetta eru sera sterkar teldur, og verða seldar fyri ein rímiligan kostnað.


Nýggj Mac Skipan

Apple hevur leysgivið eina uppgradering av nýggju skipan teirra, System 8 OperatingSystem.

Nýggja skipanin eitur 8.1, og ein av týdningarmestu lutunum er, at tað undirstuðlar DVD. Hetta er fyrsta størra OS við innbygdum DVD-undirstuðli. Uppgraderingin kann download?ast ókeypis frá Apple.