Teldukrasj á Rás2

Radiostøðin sendir í allan dag, men eitt servarakrasj hevur við sær, at alt datasamband við støðini er munandi skert Stjórin á Rás2, Jonhard Hammer, sigur at tey í alla nátt hava arbeitt við at endurskapa data, sum mundu farið fyri skeyti í gjárkvøldið, tá høvuðsservarin fór í svart.

- Vit halda okkum hava fingið fatur á tí mesta, men enn eru allar skipanir ikki komnar upp at koyra. Millum annað ber ikki til at senda mail til vanligu adressurnar, og fyribils skulu allir teldupostar til okkara sendast á ras2@sosialurin.fo, sigur Jonhard Hammer.