Klokkan 14 í dag verður prógvhandan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Fimm kandidatar hava lokið BS-prógv í teldufrøði við Ålborg Universitet, men teir hava lisið í Føroyum. Teir hava verið innskrivaðir við Åbent Universitet í Ålborg og hava fingið fjarundirvísing.
Vanlig undirvísing og próvtøkan er farin fram á Náttúruvísindadeildini.