Teldubrævið: Halgidagar ? ein ókristilig dogma

Veitst tú, hví vit halda Hvítusunnu?

Jú, svarar tú ivaleyst. Eg veit, at hvítusunnudagur er fyri at hátíðarhalda, at heilagi andin tók búgv í lærusveinum Jesusar. Ein stórhending fyri øll kristin menniskju.

 

Men hví halda vit so eisini annan hvítusunnudag heilagan?

Tær nýtist ikki at svara.

Í veruleikanum kennir eingin svarið.

Tað finst nevniliga eingin bíbilsk grundgeving fyri at halda annan hvítusunnudag. Allíkavæl verður hesin dagur hildin sum halgidagur ? og harvið eisini sum frídagur ? bæði í Danmark og í Føroyum.

At eingin núlivandi kristni-serfrøðingur kann siga frá, hví vit halda annan hvítusunnudag, er bara ein av fleiri vitnisburðum um, at halgidagarnir, sum vit kenna teir, eru ein stór, fløkt og óloysilig gáta. Halgidagarnir eru bara ein fastur táttur, ið allir føroyingar fáa inn við móðurmjólkini.

Vit halda teir. Vit spyrja ikki hví.

Í Danmark er tjakið so smátt byrjað, um ikki stundin er komin til at avskaffa allar teir gomlu, kristnu halgidagarnar. Danmark er nevniliga við at gerast eitt sokallað multietniskt samfelag, har serliga muslimar eru vornir ein stórur minniluti.

Í fleiri hundrað ár hevur eingin sett spurnartekin við jól, páskir ella hvítusunnu, men orsakað av tí stóru tilflytingini av fólki við aðrari mentan og siðum enn tí donsku, eru nú tekin um, at tað er við at venda í holuni.

Kristin menniskju vilja uttan iva framvegis nýta halgidagarnar til kirkjugongd, møtir og onnur kristin tiltøk, meðan ateistar og onnur ikki-trúgvandi kunna sova leingi, fara ein langan biltúr ella kanska lesa eina góða kriminalroman.

Men fyri trúgvandi muslimar hevur hetta als onga meining.

Í einum samfelag, har átrúnaðarfrælsi er grundlógarfest rættindi hjá øllum, er tað rein og sker diskriminatión, at muslimsk børn muga biðja sær frí frá skúlanum til teir muslimsku halgidagarnar, meðan donsk børn longu hava líknandi rættindi.

So tann leingi væntaða uppgerðin um heilgidagarnar í Danmark er byrjað. Og sjálvt um tað uttan iva fer at taka langa tíð at broyta núverandi skipan, so fer tað at henda fyrr ella seinni.

Men hvussu sær so út í Føroyum?

Jú, ikki kann sigast annað enn, at halgidagarnir liva og hava tað gott á klettunum. Eg plagi at verða í Føroyum um jólini og undrist ofta á, hvussu sterkar og rótfestar tær kristnu traditiónirnar eru. Kirkjugongd og møtir í hópatæl. Og harafturat ein mongd av sjónvarps- og útvarpssendingum, ið eisini boða kristna boðskapim.

Tað kann als ikki verða nakar ivi um, at Føroyar teljast ímillum tær mest kristnu tjóðirnar í heiminum. Í hvussu er um vit døma út frá halgidøgunum.

Men hvat nú um vit nú til stuttleika postulera, at teir flestu halgidagarnir í veruleikanum eru ókristiligir?

Eg havi varhugan av, at føroyingar flestir vilja mótmæla.

Men um vit nú hyggja nærri eftir bíbilsøguni, so var tað einans sunnudagurin, ið upprunaliga var halgidagur teirra kristnu.

Fram til reformatónina vaks talið av halgidøgum tó støðugt. Fyrst komu Páskini, so Hvítusunnan og Kristi Himmalsferðardagur. Enn fleiri halgidagar komu afturat, og til endans var talið av halgidøgum so stórt, at tað gjørdist ein fíggjarligur trupulleiki fyri fólk og samfelagið sum heild.

Vanlig fólk høvdu nevniliga slettis ikki ráð til at halda frí allar hesar halgidagarnar.

Reformatónin í 1536 setti tó endaliga punktum fyri hesari »halgidags-inflatión«. Martin Luther ? ið legði lunnar undir tí kristnitrúgv vit kenna í dag ? hevði upprunaliga bestan hugin til at avskaffa allar halgidagar uttan sunnudag. Men hann lat seg tó yvirtala til at varveita teir týdningarmestu halgidagarnar. Seinni vóru tó enn fleiri halgidagar strikaðir, eitt nú triðji Páskadagur, triðji jóladagur og nakrir afturat.

So bíbilsøgan vísir okkum, at tað ikki er Nýggja Testamenti, ið dikterar kristin menniskju til at halda halgidagarnar heilagar. Í veruleikanum eru teir flestu halgidagarnir bert leivdir frá gomlum, katólskum siðum, sum eingin reiðuliga kann fáa skil á longur.

Tað kann væl vera, at føroyingar halda halgidagarnar heilagar, men í nógvum førum hevur tað als einki við kristindóm at gera.

Men hvat so? Kunna vit ikki bara lata halgidagarnar verða í frið?

Nei, tað kunna vit ikki. Veruleikin er jú tann, at halgidagarnir í nógvum førum eru til stóran ampa fyri fólk, ið ikki eru kristin.

Trúgv er ikki ein kollektivur spurningur, men ein persónligur spurningur. Tá lóggávan dikterar, at øll óansæð mentan, lívsáskoðan ella átrúnað skula halda teir kristnu halgidagarnar heilagar, ja so er lóggávan jú við til at kroysta kristnar siðir niður um høvdið á teimum, ið heldur vildu sluppi undan.

Ein slík lóggáva er jú diskriminerandi, og tískil í roynd og veru ókristilig.