Teldubræv

Prinsessubrúðleyp

Tann 13. desember fall tann nógv umrøddi rithøvundurin Ari Behn til knýggjar fyri norsku kongsdóttrini, og nú eru tey vorðin hjún - vígd fríggjadagin 24. mai klokkan 16 í Nidarosdomen í Tróndheimi.

Síðani kunngerðina av brúðleypinum, hava fjølmiðlarnir verið á tremur við kongaligum tíðindum, og tær seinastu vikurnar hava nærum øll onnur innan- og uttanríkis tíðindi druknað í tosinum um tað kongaliga giftarmálið.

Kongsdótturin verður rópt ævintýrprinsessan. Hetta kemst av, at hon í eina tíð hevur fingist við at lesa ævintýr fyri børnum í útvarpi, sjónvarpi, barnagørðum osv. Eftir øllum at døma hevur hon lisið seg inn í hjørtuni á bæði ungum og eldru norðmonnum um alt landið, og hon fær eisini æru fyri at geva gomlum norskum ævintýrum nýggjan íblástur. Prinsessan er sera fyrikomandi, og alla staðni, har hon ferðast, verður hon væl móttikin. Sjálvt teir gomlu dreingirnir í norður Noregi/ Lapplandi bjóðaðu henni uppí teirra felag fyri ógiftar menn. Limaskapin misti hon tó, tá hon játtaði at gifta seg við Behn.

Afturat tí at missa limaskapin í felagnum fyri ógiftar lapplendingar, kostaði giftarmálið við Ari Behn prinsessuni HKH heitið ((H)hennara (K)kongaligu (H)hátign) og peningaligu yvirføringarnar frá slottinum. Prinsessan heldur ikki missin verða so stóran, og gleðir seg til at byrja í síni nystovnaðu fyritøku: Prinsesse Märtha Louises Kulturformidling. Fyrstu inntøkurnar fær prinsessan frá norsku útvarpsstøðini NRK og frá sjónleikarahúsinum Riksteateret.

Fyrsta kunngerðin av trúlovingini kom sum eitt sjokk hjá tí norska fólkinum. Rithøvundurin og bohemurin Ari Behn var ikki sæddur som ein hóskandi maki fyri kongsdóttrina, og fleiri vóru tey, ið spáddu, at kongadømið fór at falla. Nú hevur pípan fingið annað ljóð.

Tann 17. mai er tjóðardagur Noregs. Á hesum degi er siður, at tey kongaligu veittra til tey mongu børnini, sum ganga skrúðgongu, hornorkestrini osv. Síðan kongsdótturin var í Tróndheimi saman við festarmanni sínum, veittraði hon til tróndheimsbúgvar hendan tjóðardagin. Ari Behn stóð ein góðan favn aftanfyri prinsessuna við tað, at hann ikki er tillutaður nakran konstitutionellan leiklut. Sambært kongi, er altso Ari Behn (bara) fylgi hjá dóttur hansara. Men, børnini vildu hava uppmerksomheit frá Ari og róptu "Ari, Ari, Ari, kong Ari". Eisini tær ungu genturnar hava eyga fyri Ari, og tá hann sníkti seg at smíla til teirra skríggjaðu tær ungu dámurnar sum skuldu tær verið á poppkonsert.

Tíðin vil vísa, hvørt Ari Behn fer at trívast ein favn aftanfyri prinsessuna. Tað finnast jú dømi uppá kongaligar gemalar sum ikki gera tað.