Teldan syngur í X Factor

X Factor skal eitast at vera ein sangkapping, men í veruleikanum verður eitt telduforrit brúkt, ið tekur falskar tónar burtur. Leivur Thomsen er ein av mongum tónleikarum, ið venda sær móti brúkinum av sokallaðum AutoTunes. - Røddir eru persónligar, hetta tekur alt lív úr teimum, sigur Leivur Thomsen

AutoTunes er eitt telduforrit, ið verður brúkt í flest øllum upptøkuhølum. Nógvir kendir tónleikarar hava brúkt tað sum ein effekt, ið gevur røddini eitt teldu-líknandi ljóð. Cher við sanginum »Do you believe« og Olsen Brødre við »Smuk som et stjerneskud« eru tvey dømi.

Í Melodi Grand Prix og í X Factor verður tað lagt á allan sangin, og tað er hetta sum fær øði í tónleikarar, ið vilja verða við, at hetta tekur alt lív úr røddinum.

- Gott nokk ger tað, at røddirnar ikki eru »falskar«, Men tað ger so sanniliga eisini, at man stendur har við einum produkti, sum manglar lív og sál, sigur Leivur Thomsen.

Anna Nygaard, ið luttekur í X Factor syngur so reint, at hjá henni er heilt óneyðugt, at AutoTunes verður lagt á røddina. Hjá øðrum luttakarum í X Factor hoyrist tað betri, at tað er teldan, ið hjálpir til at halda tónanum.

Tá vit fáa fatur á Onnu í Keypmannahavn sigur hon, at vit skulu tosa við undirhaldsstjóran í DR, Jan Lagermand Lundme.

- Vit sum luttaka í X Factor vita onki um hetta, sigur hon.

Jan Lagerman Lundme hevur í vikuni sagt við Ritzau, at hann heldur at tað er rættvíst, tá AutoTunes verður lagt á røddina hjá øllum, tí tá kunnu tey, sum syngja falskt fáa hjálp.

Dómarin, í X Factor, Remee nevndi eisini í sínum viðmerkingum til bólkin »8210«, at har var AutoTunes nýtt, eftirsum tað var munur á hvussu bólkurin ljóðaði áðrenn.


Rættar tónan

AutoTune virkar á tann hátt, at fer ein hálvur tóni galin, rættar telduforritið tónan til nærmasta rætta tónan. Syngur ein meira enn ein hálvan tóna galið, ber ikki til at rætta.

- Tað verður lítil og ongin dentur lagdur á at arbeiða við fínum og spennandi nuansum í røddunum. Tað einasta, man vil, er at gera eitt skotsikkurt radiohitt, sigur Leivur Thomsen.

Hann tekur Johnny Logan, sum eitt dømi, sum er nær við at syngja falskt nakrar ferðir, men hóast tað, ter hann tað ikki, og sigur, at tað er slíkt sum gevur sanginum sál.

Fyri eitt óvant oyra er torført at hoyra, um tað er teldan, ið syngur, men ein skal lurta eftir, tá tað ljóðar eitt sindur »robotaktut«, tá er tað AutoTunes, ið hevur verið inni og hjálpt til.

Grundin til at AutoTunes verður so nógv nýtt, meinar Leivur Thomsen, er tí at plátufeløgini vilja hava eitt ávíst ljóð á teirra plátum.

Luttakarirnir í X Factor kappast um ein plátusáttmála hjá felagnum Sony.