Tá ið latið verður upp aftur, verður høvi at nýta savnið betur enn fyrr, tí teldurnar, sum eru ætlaðar lánarunum, fara í størri mun enn áður at siga frá øllum tí tilfari, ið finst á bókasavninum. Bøkur, ið læntar verða í framtíðini, fara gjøgnum nýggju telduskipanina, sostatt verður tænastan á tann hátt eisini munandi betur.
Umvælt verður, nú stongt er. Telduskrásetingin og umvælingarnar hava tikið meira tíð, enn fyrst varð ætlað, tí verður lýst í bløðunum og útvarpinum, tá ið vit lata upp aftur - vónandi verður tað mánadagin 27. apríl.
Tað ber til at bera læntar bøkur aftur, ein kassi stendur við úthurðina at koyra bøkurnar í; um farið er út um lánitíðina, er tað ókeypis at bera aftur, meðan stongt er.