Teldan kann ikki vera krav

Vit kunnu ikki seta tað sum krav, at næmingar skulu hava teldu við í skúla, og tí kunnu vit heldur ikki seta tað sum eitt krav, at skrivliga próvtøkan skal vera við teldu, skrivar Torfinn Højgaard, nevndarlimur Føroya Lærarafelags í skúlablaðnum.

Mentamálaráðið hevur í skrivi boðað skúlunum frá, at skrivliga próvtøkan næsta summar hjá 9. og 10. flokki skal vera umvegis teldu. Næmingarnir fáa uppgávurnar teldutøkar.

Men hetta ber ikki til, tá ið flestu skúlar ikki hava teldur til allar næmingarnar, hóast tað er fólkaskúlalógini stendyr, at undirvísingarmiðlar, ið neyðugir eru, skulu latast næmingunum ókeypis, skrivar Tofinn Højgaard.

- Vit kunnu ikki seta tað sum krav, at næmingar skulu hava teldu við í skúla, og tí kunnu vit heldur ikki seta tað sum eitt krav, at skrivliga próvtøkan skal vera við teldu. Tá allir skúlar eru førir fyri at veita næmingum teldur, tá kunnu vit, við støði í grein 23 í fólkaskúlalógini, seta hetta sum eitt krav, skrivar Torfinn Højgaard.

Hann vísir á, at tað eru fleiri leysir endar, áðrenn skúlar eru klárir til nýggju krøvini.