Tekur við eftir al-Zarqawi

Al-Qaeda hevur longu útnevnt eftirmannin hjá Abu Musab al-Zarqawi.

Maðurin, sum skal taka við eftir yvirgangsleiðaran í Irak, eitur Abu Hamza al-Muhajir. Tað bleiv kunngjørt á einari heimasíðu í gjár, og har varð lagt afturat, at hann varð valdur uttan atkvøðugreiðslu.

Tað er ikki nógv, serfrøðingar vita um tann nýggja mannin, men BBC veit frá álítandi keldum at siga, at al-Muhajir hevur drúgvar royndir í tí heilaga bardaganum hjá al-Qaeda ímóti Vesturheiminum. Eygleiðarar í Miðeystri vita harafturímóti at kalla einki um hann, og tað er tí ikki óhugsandi, at Abu Hamsa al-Muhajir er eitt dulnevni, siga teir. Í øllum førum var hetta navnið ikki ímillum teirra, sum sambært eygleiðarunum kundu væntast at taka við eftir al-Zarqawi.

Amerikanski herurin segði seg í gjár hava fingið endaliga vissu fyri, at tað var al-Zarqawi, sum doyði í einum bumbuálopi norðan fyri Bagdad í síðstu viku. Tað vístu DNA-royndir.