Gongst sum ætlað, eru øll fólk í vandabólkum koppsett fyri koronu, tá ið mars mánaði er liðugur. Tað stendur í tíðarætlanini, sum koppsetingarnevndin nú hevur lagt fyri, hvussu vit skulu koppsetast hesa næstu tíðina.
Og tá ið hugsað verður um fólk í vandabólkum, er talan um búfólk á ellis- og røktarheimum, fólk yvir 65 ár, sum hava brúk fyri røkt, ein stórur partur av teimum ímillum 75 og 85 ár og øll yvir 85 ár.
Talan er eisini um onnur, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, fáa tey koronu. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við læknarnar, sum hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka.
Harumframt eru øll heilsustarvsfólk í fremstu røð eisini koppsett og avvarðandi hjá fólki, sum eru í serligum vandabólkum, tá ið mars mánaði er av.
Hvussu tað so verður, tá ið mars mánaði er farin, veldst um, hvussu tað gongur at fáa fatur á koppingarevni, men í danska heilsustýrinum hava tey alment boðað frá, at tey væntað, at øll tey, sum skulu koppsetast í Danmark, eru koppsett seinast í juni.
– Heldur tann metingin, eigur tað at merkja, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá, tí vit fáa okkara koppingarevni frá Statens Serum Institut í Danmark, og eftir fólkatalinum fáa vit lutfalsliga líka nógv koppingarevni, sum danir fáa.
Heilsumálaráðið sigur, at hesa vikuna fara tey undir at koppseta búfólkið á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum í, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini verða koppsett.
Tey, sum eru røktarkrevjandi, og tey, sum eru í serligum vandabólki, og teirra avvarðandi, fáa koppsetingar-boð frá sjúkrahúsinum ella eldrarøktini.
Øll, sum eru í teimum ymsu bólkunum, verða ikki koppsett í senn, tí summi verða at bíða í nakrar fáa vikur, so hvørt vit fáa eina sending av koppingarevni – men tá ið mars mánaði er farin, eru tey komin runt.
Í vikuni frá 18. til 24. januar, verður farið undir tey, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúk av koronu. Hesir sjúklingarnur verða valdir út í samráð við teir læknar, sum hava ábyrgdina av teimum.
Í vikuni frá 25. til 31. januar vera tað tey avvarðandi hjá fólki, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir av koronu, sum verða koppsett.
Frá 1. til 7. februar, verður so farið undir tey, sum eru yvir 85 ár, og í vikunum frá 8. februar til 7. mars verða tey, sum hava fingið fyrru sproytuna, koppsett aðru ferð.