Tað fer at taka sína tíð at rudda upp eftir føroyingar í Føroyingarhavnini í Grønlandi. Tað skilst á øllum brøgdum av tí, Aksel V. Johannesen, løgmaður, upplýsir.
Kári P. Højgaaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur spurt løgmann, hvussu tað gongst við ætlanini at taka Føroyingahavnina niður, eftir at hon nú hevur staðið óbrúkt og forfallin í eina hálva øld.
Men tað er eisini eitt umfatandi arbeiði, skilst, tí løgmaður sigur, at hann hevur sett ein stýrisbólk við stjóranum á Søvnum Landsins, Landsverkfrøðinginum og einum umboði fyri Løgmansskrivstovuna, og endamálið við bólkinum er at fyrireikað eina forkanning av støðuni.
Ætlanin er, at forkanningin verður gjørd í tøttum samstarvi við grønlendskar myndugleikar og endamálið er at meta um, antin nakað varðveitingarvert er í Føroyingahavnini, og at fáa greiði á, hvussu ognarviðurskiftini eru. Harafturat skal greiða fáast á, hvørjum standi alt er í, hvør hevur ognirnar um hendi, hvørji umhvørvislig árin eru av, at ognirnar forfarast, og hvussu arbeiðið víðari skal skipast.
Løgmaður sigur, at roynt hevur verið at fingið ymisk vinnufeløg í Føroyum at verða við til at fíggja forkanningina, men hetta hevur gingið heldur striltið. og nú ætlar landsstýrið so at seta 350.000 krónur av til forkanningina á fíggjarlógini fyri næsta ár.
– Verður peningur játtaður, er ætlanin at fara undir forkanningina komandi ár, sigur Aksel V. Johannesen.
Av tí, at kanningin ikki er gjørd, ber heldur ikki til at siga nakað um, hvat tað fer at kosta at taka Føroyingahavnina niður, og at lata grønlendingum økið aftur í sama standi sum tað var í, tá ið føroyingar komu yvir har.
Løgmaður sigur, at tað er eisini ein bági, at tað er ikki greitt, hvør yvirhøvur eigur hús og skúrar í Ravns Stóroy, gomlu Føroyingahavnini, Toqqusaq og Nordafar støðini í Føroyingahavnini. Men tað er ein spurningur, myndugleikarnir í Grønlandi nú fara at útgreina.
Tað er heldur ikki endaliga greitt, hvør hevur ábyrgdina av at taka Føroyingahavnina niður.
– Tað eru privat vinnufeløg og privatfólk, sum á sinni hava bygt hana og næstan ongi av teimum eru til longur. Men, landsstýrið tekur tað sum sína ábyrgd at vera við til at fáa gongd á at burturbeina órudd á støðum, har føroyingar hava verið, sigur løgmaður.