Amariel Norðoy ferðast javnan til útlandið, har hann málar summi av sínum verkum. Hann er javnan í Keypmannahavn og París og arbeiðir við sínari list, men tað eru motivini úr heimliga umhvørvinum í Klaksvík, sum hann heldur fast um, tá ið hann málar í útlandinum. Pollurin, Kunoyarnes, Norðan og alt hitt, vit kenna frá málningunum hjá Amariel, sæst eisini aftur á málningunum, hann málar í útlandinum.
- Ótilvitað fái eg sjálvandi íblástur frá teimum støðunum, har eg máli og vitji. Til dømis kunnu litirnar verða eitt sindur øðrvísi, tá ið eg máli í París. Men tað er ikki tann stóri munurin á málningunum, um eg máli teir her heima í Føroyum, í Keypmannahavn ella aðrastaðni, sigur Amariel Norðoy.
Endurnýggjan
Í sambandi við, at tað í ár eru 10 ár liðin, síðani Galerie Focus lat upp í Havn, hevur Amariel framsýning í Lambagerði í Havn, og har fer hann fram til 8. juni at sýna fram verk, sum hann hevur skapt við oljumáling, vatnlitum og steinprenti.
- Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini, verður sagt um framsýningina.
Fernisering verður í Galerie Focus fríggjadagin kl. 16.00, og tá fer tónleikarin Holgar Jacobsen at undirhalda við gittara og sangi.