Privat fyritakssemi
Ofta verður tikið til, at har tað privata ikki røkkur, má tað almenna trakka til.
Men tað er sanniliga eisini oftani øvugt, at har tað almenna ikki røkkur, má tað privata trakka til.
Tað er Tórhallur Áslaksson í Havn eitt dømi um.
Hann hevur roynt at fáa almennu myndugleikarnar at ásanna tørvin á einum umlættingarstovni til fjølbrekað børn.
Sjálvur eigur Áslakkur tveir brekaðar drongir, so hann hevur meiri enn nakar annar, merkt tørvin á einum slíkum stovni á sínum egna kroppi.
Men hann er ikki einsamallur. Bara í Havnini eru eini 10 børn, sum eru so illa fyri, at tey hava bráfeingistørv á einum slíkum stovni.
?Einasta tilboð, vit hava fingið, er at senda børnini norður til Klasvíkar á Dáan. men vit hava ikki hug til at brúka ein triðing av umlættingartíðini til at ferðast í, sigur Tórhallur Áslaksson.
Málið í egnar hendur
Hann heldur avgjørt, at ein slíkur stovnur skuldi verið í Havnini eisini.
Men tá ið onki røkist fyri, at almennu myndugleikarnir fara í holt við at byggja ein slíkan stovn, hevur hann ikki gjørt mætari enn at taka málið í egnar hendur.
Hann er nú farin ígongd av sínum eintingum og hevur sjálvur tikið stig til at byggja eina slíkan stovn.
Herfyri søkti hann Tórshavnar Kommunu um grundstykki til ein slíkan stovn.
Málið varð fyri á býráðsfundi seinasta hósdag og har varð einmælt samtykt at ganga umsóknini á møti og at útvega grundstykki.
Á býráðsfundinum varð ført fram, at tað var ein landsuppgáva at byggja og reka ein slíkan stovn og at tað tí ikki verður kommunan, sum fer at byggja hann, ella at reka hann.
Tórhallur Áslaksson sigur, at nú verður so eftir at útvega fígging til stovnin.
Hann ætlar sær fyrst at vita, um tað ikki ber til at fíggja stovnin við pengum frá føroyska almannaverkinum.
Men ber tað ikki til, ætlar hann sær ikki at gevast fyri tað.
?Fái eg ikki almennu myndugleikarnar at taka undir við málinum og at byggja stovnin, fari eg at royna at útvega privata fígging til hann, og at søkja grunnar, olufeløg og hvat tað nú kann verða, um pening, sigur hann. Men hann heldur, at hetta er ein landsuppgáva og hann vil helst sleppa undan privatari fígging.
? Vit hava heldur ikki tíð til at arbeiða í fleiri ár við hesum málinum. Tað skal helst vera nú, áðrenn børnini eru vaksin og eg havi sett mær sum mál at stovnurin skal vera liðugur um eitt ár.
Umlætting og viðgerð
Tórhallur Áslaksson sigur, at ætlanin er at talan skal vera um ein umlættingarstovn, men ætlanin er eisini at talan skal vera um ein stovn, har hesi børnini kunnu fáa viðgerð.
?Vit mugu royna at sannføra Almannastovuna og Almanna- og Heilsumálastýrið um, at tann peningur, sum nú verður brúktur til stuðul til hesi børnini hvør sær, hevði verið munandi betri farin, um hann allur verður brúktur til stuðul og viðgerð á einum slíkum stovni.
? Hóast hesi børnini hava stuðlar, eru tilboðini ikki nøktandi. Eg haldi eisini, at tilboðið og tænastan hevði verið nógv betri, um hesi børnini høvdu eitt ávíst stað at vera í og at tær viðgerðir og venjingar, tey høvdu tørv á, vórðu givnar har.
? Tað átti eisini at verið lættari hjá fysio- og ergoterapeutum, og øðrum. t komið á eitt stað at viðgerða børnini, heldur enn at flyta øll 10 børnini til viðgerðarstovurnar, sum vit nú gera.Tað er lættari at flyta eitt fólk, heldur enn 10 fólk, heldur Tórhallur Áslaksson.