John Johannessen
Hóast Jóannes Eidesgaard umboðar Føroyar og allar føroyingar á fólkatingi, ætlar hann sær í dag at umboða Javnaðarflokkin og tey sjónarmið flokkurin hevur, undir aðalorðaskiftinum um ríkisrættarligu støðuna á fólkatingi í dag.
Jóannes Eidesgaard heldur nevniliga, at samgongan seinastu tíðina í so stóran mun hevur fingið ført síni sjónarmið um fullveldismálið fram í donskum miðlum og fyri danska fólkatinginum, at hann nú eigur at vísa á, at allir føroyingar ikki hava somu meining, sum landsstýrið.
? Eg ætli mær at gera greitt, hvussu Javnaðarflokkurin og eg sjálvur halda spurningurin um ríkisrættarligu støðuna kann loysast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Føroyski fólkatingslimurin ásannar, at hann á fólkatingi vanliga er umboð fyri allar Føroyar og skal verja føroysk áhugamál mótvegis álopum frá donskum politikarum. Men hann kennir seg vísan í, at hin føroyski fólkatingslimurin, Óli Breckmann, ið eisini er limur í føroysku samgonguni, fer at tosa søk samgongunnar. Tí kennir hann tað, sum sína skyldu at greiða frá støðuni hjá teimum føroyingunum, ið ikki taka undir við samgonguni.
Men Jóannes Eidesgaard æltlar sær kortini ikki at lata møgulig órímilig álop á føroyingar frá donskum politikarum at standa ósvarað. Hvat hann svarar til slík álop, fer hann at taka støðu til, tá tey koma.