Tekur longri tíð við bilunum

Fólk, sum ferðast um Skopunarfjørð við Teistanum, hava tað mesta av einari viku verið noydd antin at bakka umborð ella í land.

 

Alla hesa vikuna hevur ólag verið á fremra portrinum hjá Teistanum, soleiðis at neyðugt hevur verið hjá bilførarum, sum skulu við - antin at bakka umborð ella í land. Teistin tekur ikki bara persónbilar. Her eru eisini trailarar og onnur størri og smærri akfør.

Tað eru dugnaligir førarar á stóru bilum, og tað liggur væl fyri at bakka, men tað kann kennast trongligt hjá fólki, sum síðan skulu bakka persónbilarnar aftur ímillum trailaran, sum altíð stendur í miðjuni -  og so skipssíðuna.

Styttri seinkingar eru á summum túrum, tá nógvir bilar skulu flytast um fjørðin, og á túrinum úr Skopun í morgun, har Teistin skuldi loysa klokkan 08.10, loysti hann ikki fyrr enn smáar tíggju minuttir seinni. 

Tíggju minuttir er ikki nógv, men tað er ein ávísur munur hjá fólki at møta til arbeiðis ella í skúla í Havn beint fyri klokkan 09 - og so at møta, tá klokkan gongur til 10.

At síggja til, hava heldur færri bilar verið við Teistanum, síðan portrið gjørdist í ólagi, og neyðugt hevur verið hjá fólki antin at bakka umborð ella í land. Tað tekur eisini eina løtu hjá skipinum at venda inni í havnini á Gomlurætt.

Manningin á Teistanum ger eitt fantastiskt arbeiði, tí tað krevur eitt enn størri nærlagni, bæði hjá manning og bilførara, at fáa bilarnar upp á pláss á dekkinum, tá neyðugt er at bakka umborð - ella bakka í land, samstundis sum ferðafólk ganga á rampuni.