Tekur longri tíð at fáa lastina

Í seinastuni hevur meira verið leitað og minni verið at fingið av svartkjafti.

Í gjár landaði Christian í Grótinum umleið 2000 tons til Havsbrún í Fuglafirði, og eftir Christian í Grótinum kom Jupiter við umleið 1600 tonsum. Alt er svartkjaftur.

 

Onnur skip, sum seinastu tíðina hava landað svartkjaft í Fuglafirði, eru Arctic Voyager við 1400, Borgarin við 1400, Norðingur eisini við 1400 og Hoyvík við umleið 1300 tonsum.

 

Teir, sum fiska svartkjaft, siga, at nógv hevur verið at fingið í vár, men í seinastuni hevur meira verið leitað og minni verið at fingið. Tað hevur tikið longri tíð at fáa lastina.