Økismenning
? Kreppan í Suðuroy er hvørki skapt í gjár, ella í síðstu viku ella tað síðsta árið. Hon er eitt úrslit av eini skeivari gongd í nógv ár.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at sostatt er tað heldur ongin løtt og einføld loysn á teimum trupulleikum, sum eru.
Og hann sigur, at skal tað eydnast at venda gongdini, mugu bæði politiska valdið, kommunur og vinnulív taka eitt felagstak og samstarva,
? Í Suðuroyarætlanin, sum landsstýrið kunngjørdi um vikuskiftið, eru sostatt viðurskifti nevnd, sum landsstýrið hevur beinleiðis ávirkan á og kann arbeiða víðari við. Men har eru eisini hugskot og tilmæli til kommunur og vinnulív um, hvat landsstýrið heldur, at tey kunnu gera.
? À nógvum økjum hevur Landsstýrið ongan myndugleika og tí er tað neyðugt at allir partar samstarva.
Hann sigur, at tað, sum umræður er at seta hol á eina menning, sum venda gongdini.
? Eitt, sum landsstýrið hevur ítøkiligar ætlanir um, er at leggja fleiri almenn arbeiðspláss í Suðuroy og tað fer landsstýrið at arbeiða víðari við fyri at kanna, hvørjir møguleikar eru.
Tættari tilknýti ímillum skip og virki
Men tað hevur eisini stóran týdning, at Fiskavirking ætlar at lata flakavirkið í Vági upp aftur í mars við 40 ársverkum, sum kanska svarar til eini 60-70 fólk.
? Hóast tað ikki beinleiðis hoyrir undir landsstýrinum, er tað av so stórum týdningi, at vit halda at tað er rætt at nevna tað í Suðuroyarætlanini í samtarvi við Fiskavirking.
Hinvegin hevur lanndsstýrið eisini eina hugsan um, hvussu Suðuroyggin eigur at verða skipað frameftir.
Og í tí sambandi heldur landsstýrið, at tað er rætt at skipa oynna sum ein feskfiskamiðdepil burturav.
Skal tað eydnast, er neyðugt at skipini í Suðuroynni í størri mun fáast at avreiða í oynni. Sostatt verður tað neyðugt at skipini fáa eitt sterkari tilknýti til virkini fyri at tryggja teimum rávøru.
? Men skal Suðuroyggin verða feskfiskamiðdepil, verður neyðugt at fáa beinleiðis samband ímillum Suðuroy og Skotland. Tað skal gerast í samráð við privatu flutningsfeløgini. Tað arbeiðir landsstýrið við í løtuni og tað er ein spurningur, sum landsstýrið tosar við flutningsfeløgini um.
Samstundis verður eisini kannað, hvussu betri flutningssamband kann fáast ímillum Suðuroynna og Havnina.
Oyggin í eina kommunu
Harafturat heldur landsstýrið eisini, at øll Suðuroyggin eigur at verða løgd í eina kommunu, tí ein stórkommuna í Suðuroy fer at fáa brúk fyri væl fleiri starvsfólki við útbúgvingum, eitt nú løgfrøðingum, búskaparfrøðingum, verkfrøðingum o.s.fr. Í dag er hetta í stóran mun tænastur, sum kommunurnar í Suðuroy keypa norðanfjørðs og sostatt fer eisini peningurin av oynni.
Men tað er ikki bara í almennari umsting, at tað verður brúk fyri førleikakrevjandi størvum.
?Fæst gongd aftur í vinnulívið, fer eisini tað at krevja førleikakrevjandi størv á ymsum økjum.
Løgmaður vísir eisini á, at landið hevur fíggjað ein part av djúphavnini í Suðuroy, eins og Tvøroyrar Kommuna hevur fingið ræðið á Drelnesi, nú nýggj samferðsluhavn er gjørd. Samstundis eru stórar frystigoymslur og annað goymslupláss í Suðuroy. Kortini hevur ikki eydnast at útnytta teir møguleikarnar, hóast teir eru til staðar.
Tí eigur tað at bera til at fáa gongd á fríhandilsvirksemi í Suðuroy, eitt nú við tí stóra flota av russarum, sum hvønn dag liggja á Havnarvág.
Samanumtikið heldur løgmaður, at tað er er neyðugt at sáa treysti niður í oynna og ikki mistreysti.
? Tað ringasta, sum kann henda, er, at suðuroyingar fella í fátt og at hugburðurin verður, at onki ber til í Suðuroy, sigur løgmaður.