Fyri einum mánað síðani fór bretska kjarnorkueftirlitið undir at fáa skil á teimum tjúgu niðurslitnu kjarnorkuverkunum í Bretlandi. alan er um fimm reaktorar, fimm endurvinningarvirki, tríggjar brennievnigoymslur, fimm rannsóknarstovur og eitt virki, sum hevur verið brúkt til at ríka uran í.
Mánadagin kom fram, at ein stórur leki hevur verið á endurvinningarvirkinum Sellafield. Bretar varnaðust lekan tann 18. apríl, men ikki fyrr enn tríggjar vikur seinni kunnaðu myndug-leikarnir um tað, sum hent var. Eitt nú fingu teir norsku myndugleikarnir boð um lekan í síðstu viku, og tað eru norsku myndugleikarnir ikki nøgdir við.
Bretska kjarnorkueftirlitið hevur sett sær fyri at rudda eftir lekan í Sellafield, samstundis sum tiltøk skulu fremjast fyri at avmarka dálkingina frá hin-um verkunum. Hetta arbeiðið skal gerast í ár og er mett at kosta góðar 22 milliardir krónur.
Nevndarformaðurin í eftirlitinum, Anthony Cleaver, hevur sagt, at tað fer at taka ímilum 50 og 100 ár at rudda øll tey bretsku verkini, og at kostnaðurin verður umleið 550 milliardir krónur, skrivar Aftenposten.