- Landið hevur so stórar avbjóðingar innanfyri sjúkrahúsøkið sjálvt, at áðrenn teir taka hetta økið uppí, so hevði eg ynskt, at myndugleikarnir syrgdu fyri at fáa sjúkrahúsverkið upp at koyra, og lat kommunurnar hava tað, ið tær klára hampiliga væl í dag.
Tað sigur Marjus Dam, kommunulækni og formaður í Kommunulæknafelag Føroya, tá hann verður spurdur um møguleikan fyri, at landið yvirtekur ábyrgdina av kommunulæknaviðtalunum.
Marjus Dam leggur dent á, at málið ikki hevur verið til viðgerð í nevndini hjá Kommunulæknafelagnum enn, men hansara uppfatan er, at núverandi býti millum landi og kommunur virkar væl.
- Tað hevur ikki staðið á hjá nógvum kommunum at syrgja fyri, at nýggj hølir verða gjørd. Kommunurnar hava stórt sæð megnað ta uppgávuna rættiliga væl. Serliga vitandi, at um viðurskiftini ikki eru í lagi, so kunnu tey skjóta ein hvítan píl eftir at fáa ein lækna at koma og arbeiða, sigur Marjus Dam og leggur afturat.
- Um tað almenna syrgir fyri, at læknarnir verða útbúnir og staðfestir hvussu rammurnar skulu vera, so skulu kommunurnar nokk klára sítt. So hevur man eisini lokalt frá møguleikan at fara til ein hægri myndugleika, um tað er okkurt, ið ikki virkar.
Marjus Dam vísir eisini á, at frástøðan frá kommunulækna til lokala myndugleikan er munandi styttri enn frástøðan frá kommunulækna til landsmyndugleikan, og at tað er ein fyrimunur við verandi skipan.
- Tað vit ofta síggja er, at tað er stuttur avstandur frá læknunum til kommunurnar, meðan tað kann vera rættiliga nógv longri at fara gjøgnum almennu skipanina, um man ynskir eina broyting í eini læknamiðstøð.
Tað var í gjár, at landsstýriskvinnan í heilsumálum Sirið Stenberg segði við útvarpið, at hon hevur biðið um fund við Kommunufelagið um møguleikan fyri at landið yvirtekur alt kommunulæknaøkið. Sum nú er, so eru tað kommunurnar, ið hava ábyrgdina fyri at veita viðtaluhølir og ymiska útgerð til kommunulæknarnar.
Landsstýriskvinnan førdi í útvarpinum fram, at ein fyrimunur við at landið yvirtekur alt økið er, at tilboðið til sjúklingarnar og læknarnar verður tað sama. Hesi tankagongd skilur Marjus Dam væl, men vísir á, at tað kann gerast á annan hátt.
- Kanska onkrastaðni hevur tað verið ein trupulleiki, og tá hevði mær dámt væl, at man hevði ein myndugleika, ið man kundi vent sær til at fingið tingini í rættlag. Men higartil hevur landsmyndugleikin lýst kunngerðir, og fyri stuttum kom ein kunngerð, ið staðfesti hvat skuldi vera í eini viðtalu. Síðan hevur tað verið uppgávan hjá kommunum at røkja tær skyldurnar, ið eru staðfestar í kunngerðunum. Og tað hevur virkað væl higartil, sigur Marjus Dam.