Fyri stuttum var ført fram í føroysku fjølmiðlunum, at millum tær broytingar, sum ætlandi skulu gjøgnumførast í ferðslulógini, eru broyttar revsireglur fyri promillukoyring og ferðmikla koyring.
Fyri mong ljóðar hetta kanska eitt sindur øvugt, nú vit í fleiri ár hava tosað um 0-hugsjónina. Er talan ikki um eina partvísa legalisering av hesum lógarbrotum, um revsireglurnar nú verða broyttar, soleiðis at talan ístaðin gerst um treytaðan dóm, ístaðin fyri at koyrikortið verður tikið beinan vegin.
Ikki linari revsing
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri ferðslutrygd (RFF), sigur við Sosialin, at nevndin í RFF, ikki tekur undir við, at revsingin á rúsdrekkaøkinum skal linkast. Fyrstu ferð málið var til viðgerðar, var annars beint undan ársskiftinum 1994/1995, og hevði nevndin tá sera stutta tíð at umráða seg í.
Gjørt varð tá av, at taka undir við fútanum í hesum máli, men eftir at RFF síðani hevur kannað málið gjøllari, er nevndin seinni komin til tað niðurstøðu, at revsingin fyri rúsdrekkakoyring ikki eigur linkast.
Støðan í løtuni er tó tann, at nevndin í RFF situr í minniluta hesum viðvíkjandi.
Hvat viðvíkur revsingini fyri ferðmikla koyring, sigur Jón, at hesin spurningur tíverri er gloppin ímillum hjá teimum. Vit hava í stóran mun roynt at leggja áherslu á, at ferðmarkið skal lækkast, í tískil hava vit kanska ikki gjørt nóg greitt, at vit ikki taka undir við linari revsireglum á hesum øki.
Sjálvur metir hann, at júst frádøming av koyrikortinum er ein revsing, sum ger, at bilførarar hugsa seg um meira enn tí einu ferðina, áðrenn ferð verður sett á bilin, og at tað tískil kann vera sera óheppið, um hesin revsimøguleiki dettur burtur. Jón leggur tó afturat, at Politistafelagið hevur peika á hesi viðurskifti, og mæla teir frá, at revsingin á økinum gerst linari.
Heldur smærri tillagingar
Annars sigur Jón Kragesteen, at eftir hansara tykki verður arbeiði viðvíkjandi ferðslulógini gjørt á fullkomuliga skeivan hátt.
Sum er, er eingin broyting farin fram á økinum síðani 1988, og er hetta alt ov long tíð.
Nú skulu so fleiri umfatandi broytingar gerast, og hóast semja er um stóran part av hesum, so er hetta ein alt ov stórur biti at svølgja í senn. Heldur átti arbeiði við ferðslulógini at verið gjørt soleiðis, at talan alla tíðina var um smærri broytingar og tillagingar. Eisini tí hetta hevði givið ein nógv betri møguleika at kannað eftir, hvørja ávirkan einstøku broytingar hava.
Í hesum førinum er talan um átta høvuðspunkt, sum skulu broytast, og viðførir hetta til samans at 45 lógarbroytingar skulu gerast.
Hetta økir vandan fyri, at lógarsmíðið ikki er nóg gott, og at tað tískil kunnu uppstanda hol í lógini, sum møguliga ikki vera avdúkað, fyrr enn einstøk mál eru endað í rættinum.
Talan er bert um umseting
Eisini heldur Jón, at tað er ein óheppin gongd, tá vit so at siga nýta somu lógir her á landið, sum verða nýttar í Danmark. Tær lógarbroytingar, sum nú koma fyri, eru í stóran mun ajourføringar av lógini, so hon samsvarar við lógina í Danmark, og er hetta sera óheppið.
Viðurskiftini her á landi eru jú als ikki tey somu sum í Danmark, við tað at bæði landafrøðiligu og mentunarligu umstøðurnar eru øðrvísi.
Harafturat heldur Jón tað vera løgið, at ein arbeiðsbólkur skal setast, sum bert hevur til endamáls at góðtaka donsku lógirnar. Er hetta endamálið, hevði frægasta loysnin verið at sett ein dugnaligan umsetara.
Tær flestu broytingarnar í málinum eru í lagi, men eftir mínari fatan, er arbeiðshátturin skeivur, sigur Jón Kragesteen at enda