Tekur ikki undir við atfinningum

Vaktarskipið, vit ætla at byggja, lúka tey krøvini, vit eiga at seta til eitt slíkt skip, sigur Elmar Højgaard

Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar og Bjargingartænastuni tekur ikki undir við atfinningunum frá Ellinti Abrahamsen, sum í Degi og Viku herfyri fýltist á, at nýggja Vaktarskipið, sum ætlanin er at byggja, er ov illa útgjørt.

Ellintur Abrahamsen, sum sjálvur er skipari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, vísti m.a. á, at ongin tyrlupallur er á nýggja skipinum, at fríborðið er ov høgt og at skipið ikki verður drivið diesel-elektriskt.

Elmar Højgaard vísir í stuttari viðmerking atfinningunum aftur.

Hann sigur, at sjálvandi ber til at fáa so mangt, tá ið tú hevur óavmarkaðar peningaupphæddir at byggja fyri.

Men hann heldur avgjørt, at nýggja vaktarskipið, sum ætlanin er at byggja, lúkar tær treytir, sum føroyingar eiga at seta til eitt skip av hesum slagnum.

Men at báturin skal hava diesel-eletriskt anlegg tekur hann ikki undir við.

? Fyri tað fyrsta er talan um eina meiríløgu uppá ímillum 5 og átta milliónir.

? Og fyrimunirnir við tí í einum skipi sum okkara, eru verri enn so so stórir, at tað rættvísgerð eina so stóra meiríløgu.

Harumframt er tað nógv dýrari rakstrarliga, tí orkutapið er rættiliga stórt.

Elmar Højgaard sigur, at at eitt føroyskt vaktarskip verða javnan samanborin við oljuútgerðarskipini.

? Og tey hava ikki diesel-elektrisk anlegg. Tey hava fastar motorar, gear og skrúvu. Tað er einfaldari og tískil er minni, sum kann verða í óstandi.

Og hvat fríborðinum viðvíkur er hann heldur ikki samdur.

Og at fríborðið er hægri, enn Ellintur Abrahamsen kundi hugsa sær, er ikki ein fíggjarligur spurningur.

? Tað hevur lítið uppá seg at skera skipið niður, so fríborðið verður lægri. Men vit hava hugsað okkum, at skipið skal eisini kunna arbeiða og útinna bjargingararbeiði í óveðrið.

? Og er fríborðið ov lágt, er tað so skjótt, at tað er óðamannaverk at verða á dekkinum.