Hósdagin hevði Den Danske Bank ársaðalfund. Umframt at roknskapurin og úrslitið var sera gott, so var eisini avgjørt, at ganga við til at útseta fyrningarfreistina viðvíkjandi bankamálinum. Samstundis ger stovnurin vart við, at hóast teir ganga við til hetta, so meta teir at málið er fyrnað fyri langari tíð síðan.
Løgfrøðiliga freistin er 5. mars í fyrsta lagi, tá avtalan um partabrævabýtið var gjørd, og 22. mars, sum er dagurin tá málið var endaliga avgreitt..
Óskrivaða reglan í fyrningarlógini er, at partarnir skulu gera vart við seg beinanvegin.
Tey krøv, sum møguliga vóru, átti Fíggingargrunnurin, sum skipaði fyri partabrævaumbýtinum, at gjørt vart við beinanvegin.
Tá grunnurin ikki mótmælti beint aftaná partabrævaumbýtið, heldur Den Danske Bank, at málið var fyrnað fyri langari tíð síðan, og tí eisini áðrenn Grønborg-frágreiðingin kom.
Hetta er eitt løgfrøðiligt útspæl, sum kann fáa týdning, um málið endar í rættinum, sigur ein løgfrøðingur við Sosialin.
Tað merkir, at hóast bankin gongur við til at útseta freistina, tekur hann samstundis fyrivarni við at siga, at freistin er farin, áðrenn teir geva hesa tilsøgn.