- Eg taki fult undir við brúkaragjaldi.
Tað staðfestir Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar í Løgtinginum, hevur eitt sindur av orðaskifti verið um brúkaragjøld í heilsuverkinum.
Tað er serliga komið eftir, at Sosialurin í dagsins blaði vísir á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur heitt á landsstýrið um at fáa heimild at taka brúkaragjøld fyri ymsar tænastur, eitt nú fyri at kanna ítróttarfólk, vinnukavarar og aðrar kanningar, sum ikki hava samband við sjúku.
Tey hava eisini nevnt møguleikan, at taka eitt gjald upp á einar 100 krónur, tá ið fólk fara á skaðastovuna.
Flestu tinglimir vísa hesum frá sær.
Men tá ið Kristina Háfoss spurdi Rodmund Nielsen, hvørja áskoðan hann hevur á brúkaragjøld, lat hann ongan iva vera.
- Eg taki fult undir við brúkaragjøldum, staðfesti hann.
- Tað er ongin ivi, legði hann afturat.
Hann sigur, at tað er ongin trupulleiki at taka brúkaragjøld, tí tað kunnu vit gott.
Hann vísti á, at hann tekur eisini undir við at taka brúkaragjald fyri at fara á skaðastovuna.
Hinvegin vístu aðrir tinglimir fyri samgonguna á, at hetta er ein spurningur, sum als ikki er til viðgerar í samgonguni










