Tekur fulla ábyrgd

Helena Dam á Neystabø sigur seg taka fulla ábyrgd av óskilinum av nýggju pensjónslógini

? Eg taki á meg alla ábyrgd fyri, at tingini ikki eru gingin sum ætlað viðvíkjandi nýggju pensjónslógini, men eg haldi, at vit nú eiga at leggja allar kreftir í at betra um viðurskiftini í staðin fyri at leggja eftir hvørjum øðrum.

Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at tingfólk hava ábyrgdina av, at skilið er vorðið, sum tað er. Men hon er ikki samd, tá tingfólk siga, at hvørki høvd ella hali var á uppskoti hennara. Var hetta veruleiki, kundu tingfólk bara sagt frá beinan vegin, heldur hon.

? Tað er rætt, at tað ikki er tikin hædd fyri ávísum skattaviðurskiftum í uppskotinum, men eg má ásanna, at eg ikki havi mett hetta sum eina uppgávu hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, men heldur eina uppgávu hjá Fíggjarmálastýrinum.

Helena Dam á Neystabø fer nú at leggja allar kreftir í at fáa pensjónsviðurskiftini upp á pláss, og hon vónar, at tingfólk fara at stuðla henni í staðin fyri at leggja eftir henni.

Orsøkina til, at ásetingarlógin kom so seint fyri tingið, sigur landsstýriskvinnan vera, at fíggjarkarmarnir ikki vóru í lagi, so málið kundi komið fyrr fyri.

Helena Dam á Neystabø vónar ikki, at stíðið í seinastuni hevur sett samgongustevið í vanda. Hon hevur ikki mist mótið, sigur hon og vísir á, at hon aldri hevði væntað, at hennara sessur fór at vera lættur at sita í.

Sjálvsstýrsflokkurin viðgjørdi á fundi týskvøldi ábreiðslurnar frá samgongutingmonnum, og var niðurstøðan eftir røður løgmans og varaløgmans á tíðindafundinum týsdagin, at flokkurin framhaldandi veitir samgonguni fullan stuðul.