Tekur fleiri ár at basa skøruni

Klaksvíkar kommuna hevur í mong ár verið í stríð við garðaskøruna og nú er líkt til at Tórshavnar kommuna eisini er farið undir at royna at basa hesi plantuni, sum hóast hon er vøkur, hóttir við at leggja allan annan vøkstur undir seg.

 

Hon spreiðir seg sum tað ókrút hon er, og ymsa staðni í landinum er stór øki, sum eru avtaglað av garðaskøruni.

 

Í Klaksvíkar kommunu hava tey í mong ár stríðst móti garðaskøruni, men Hanna Dalsenni, umhvørvisumsitari, sigur, at stríðið er langt frá vunnið enn.

- Hetta er eitt stríð sum tekur fleiri ár, tí skøran er so drúgv. Vit vita ikki, hvussu leingi fræini kunnu liggja í jørðini og spíra aftur og tí vita vit ikki, nær vit kunnu vera vís í, at vit hava bast skøruni í einum øki.

 

Hon heldur, at besta loysnin hevði verið, um ein fekk allan býin at fara í hernað móti skøruni tvær ferðir um árið.

- Tað, sum virkar best, er at royna at avmarka, hvussu nógv hon spjaðir seg. Tá ræður um at klípa blómurnar av plantuni so skjótt sum gjørligt og tveita tað burtur til at brenna, sigur hon.

 

Í Klaksvík hava tey brúkt gift, sum eisini vísir seg at virka væl, men eisini tá ræður um at spræna við gift, áðrenn fræini detta av plantuni.

- Tíverri eru líkindini her í Føroyum mest sum perfekt fyri skøruna. Her er altíð eitt sindur av vindi at bera fræini víðari og altíð eitt sindur vátt, so at fræini megna at spíra aftur. Tí er hetta eitt so stórt stríð, sigur hon.

 

Hon sigur, at tey, sum eru von at sláa grasplenuna ella trøðna ofta, hava ikki trupulleikar av skøruni, júst av tí orsøk, at hon ikki nær at blomstra og sleppa fræunum, áðrenn líggin tekur hana.

- Tað er eingin ivi um, at best er at taka hana áðrenn hon blómar. Síðani er best at klípa blómurnar av henni, tí tað er har, at fræini sita. Hon veksur eisini so væl, at neyðugt er at taka hana minst tvær ferðir um árið, sigur Hanna Dalsenni.