Tað er skelkandi at slíkt kann henda, sigur Fía Nattestad, leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt. - Tað er rættiliga skelkandi, at slíkt kann koma fyri.
Tað sigur Fía Nattestad, leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt.
Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, hava smábørn gjørt umfatandi herverk inni á dagstovninum.
-Børn plaga altíð at spæla við dagstovnin um kvøldarnar, men tað hava vit aldrin havt trupulleikar av áður uttan okkurt smávegis órudd.
Men í hesum føri eru eini fimm børn í aldrinum 7-9 ár farin inn ígjøgnum eitt opið vindeygað og hava raserað allan dagstovnin.
Herverkið er so umfatandi, at leiðarin sigur, at tað er ikki serliga sannlíkt, at hann kann latast uppaftur mánadagin.
- Kanska fer tað at taka eina heila viku at fáa so frægt av skili á aftur, at vit kunnu taka ímóti børnum.
Kanska verður tað uppaftur longri.
Ímeðan má so onkur onnur loysn finnast á barnaansingini, men hvør loysnin verður, veit hon ikki.
Undir ?Myndafrásøgn? til vinstru á Portalinum, hava vit fleiri myndir.