Hondbóltur
Myndin var ikki heilt ókend, tá Føroyar í gjár spældu á útivølli móti Italia.
Eina løtu vóru okkara heilt væl við. Enntá vóru vit á odda onkra løtu. Men misnýtt brotskøst og mistøk í álopsspælinum góvu vertunum møguleika at skræða seg leysar.
At síggja til púrasta óneyðug mistøk, men samstundis benda tey á, at Føroyar í hesum umfarinum fyrst og fremst eru við fyri at læra. Kanska ein útsøgn, sum fleiri eru troytt av at hoyra, men samstundis nakað, sum landsliðsvenjarin als ikki afturvísur.
- Eg veit ikki, um tú skalt siga, at vit eru við fyri at læra. Men vit læra jú, hvørja ferð vit spæla ein dyst. Og helst skal tað vera so, at vit við slíkum dystum menna spælararnir til veruliga at kunna tackla slíkar um eini 5-7 ár, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.
- Tí tað er bert við at fáa slíkar avbjóðingar javnan, at vit fáa ment spælararnar. Tað ber ikki til sum venjari at siga við ein spælara, at nú gert tú ikki mistøk í hesum dystinum. Tað ræður um hjá spælarunum at uppliva slíkar støður, so hann veit, hvussu tú skalt reagera í givnu støðuni.
- Og veruleikin er eisini, at vit mugu niður til tey, sum eru 12-14 ár. Har mugu vit leggja eitt gott grundstøði, tí sum vaksin fært tú ikki vant teg upp til meira enn eitt vist.
Um føroyskur hondbóltur megnar at arbeiða miðvíst eftir hesum. Hava vit so eitt landslið, sum um eini 5-7 ár er ført fyri at skapa nøkur veruliga stór úrslit av og á?
- Byrja vit nú í 2008, so verður tað sum við visjón 2015 hjá landsstýrinum. So hava vit eitt landslið, sum í kappingum á leið 2014, ’15 ella ’16 kann taka stig frá Bosnia, Italia og teimum londum, sum í løtuni eru styrkismett nakað omanfyri okkum. Gera vit okkara arbeiði nóg væl hjá heilt ungu spælarunum, so kunnu vit uttan trupulleikar spæla við móti hesum tjóðum, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.