Tað verður privata felagið N. J. Mortensen, sum fer at byggja havnalagið á Tvøroyri út, soleiðis at uppsjóvarskip sleppa framat at landa til nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic, ið eftir ætlan skal taka ímóti fiski longu í summar.
Ætlaða atløgubryggjan verður 50 metrar long, og dýpið verður 11 metrar. Tað verður byggifelagið Articon, sum kemur at gera arbeiði.
Sosialurin skrivar í dag, at skotbráið er ov stutt til, at Tvøroyrar kommuna kann hava djúphavnina lidna longu í summar, og tí hevur felagið N.J. Mortensen tikið um endan.
- Tað er júst fyri, at tað skal ganga skjótt, at vit tóku hesa uppgávuna á okkum, sigur Gudmund Mortensen, stjóri, við blaðið.
Gudmund Mortensen vil ikki upplýsa, hvussu nógv arbeiðið fer at kosta, men sigur, at talan er um nógvar miljónir krónur.
Í samrøðu við Sosialin tekur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, væl ímóti ætlanini.
- Tað er ikki annað enn at fegnast um, at vit hava virki her á staðnum, sum eru sinnað at átaka sær eina uppgávu sum hesa, sigur hann.
Eftir ætlan skal Tvøroyrar kommuna seinni yvirtaka djúphavnina frá N.J. Mortensen.