Um hálvan annan mánað ella so fer Sarah Palin at boða frá, um hon hevur hug at royna seg ímóti Barack Obama á forsetavalinum næsta heyst. Tað sigur hon í samrøðu við sjónvarpið Fox News. Spurd, um hon heldur seg hava ein møguleika ímóti Obama, svaraði Palin, at stillar hon upp, fer hon at vinna.
-Men eg fari at bíða til síðst í august ella fyrst í september við at gera av, um eg stilli upp ella ikki, segði Palin.
Sarah Palin, sum er fyrrverandi guvernørur í statinum Alaska, var varaforsetavalevni hjá John McCain, sum kappaðist við Barack Obama um forsetaembætið á valinum í 2008.










