Ein almennur Eysturoyartunnin fer sannlíkt at verða afturgoldin um eini 9-17 ár, alt eftir, hvussu fortreytirnar vera.
Tað vísa útrokningar, Johan Dahl, landsstýrismaður hevur fingið frá einum “royndum búskaparfrøðingi”, sum hann tekur til.
Í sambandi við kjaki um ein ein privatan ella almennan Eysturoyartunnil, hevur hann biðið ein royndan búskaparfrøðing uttan fyri Vinnumálaráðið greina munin ímillum ein privatan og ein almennan tunnil.
- Greiningin vísir, at ein almennur Eysturoyartunnil sannlíkt vil gjalda seg aftur eftir bert 9-17 árum, eftir teimum upplýsingum, ið eru til taks, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin staðfestur annars, at allar útgreiningarnar vísa, at alt eftir, hvussu rentustøðið er, og hvussu langt áramálið er, verður ein privatur tunnil 1,9 til tríggjar milliardir dýrari í leypandi prísum enn ein almennur tunnil við eini rentu á trý prosent.
- Hetta verður tað, sum føroyingar skulu rinda meiri fyri ein privatan tunnil enn vit skulu rinda fyri ein almennan tunnil, sigur Johan Dahl.
- Hetta eru so eisini pengar, ið fara av landinum til Danmarkar ístaðin fyri, at teir kundu gjørt gagn í Føroyum.
Landssstýrismaðurin sigur, at hetta eru pengar, sum kunnu brúkast til at fíggja aðrar samferðsluíløgur við, ella aðrar íløgur.
Vinnumálaráðið hevur áður havt ábyrgd av Landsverk og hevur staðið fyri at fyrireika bæði Vága- ogNorðoyatunnilunum.
- Ráðið hevur í fleiri undanfarnum greiningum víst á, at týðandi samferðsluútbyggingar sum hendan loysa seg best, tá ið tær eru almennar.
Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið fær tó ikki gjørt ítøkiliga útgreining av Eysturoyartunlinum í hesum umfari, tí at ráðið varar ikki longur av tunnilsgerð.
Men hóast tunnilsmál ikki eru hansara málsøki, vísir Johan Dahl á, at talan er sanniliga eisini um eitt samferðslumál.
Í hesum sambandi vísir hann á, at allar útrokningar vísa, at halda metingarnar, er tað gagnligari fyri samfelagið at tunnilin er almennur.
- Ein privatur Eysturoyartunnil verður nógv dýrari enn ein almennur tunnil verður, og hevur eisini munandi minni samfelagsnyttu við sær.
Johan Dahl sigur, at allar útgreiningarnar vísa, at alt eftir, hvussu rentustøðið er, og hvussu langt áramálið er, verður ein privatur tunnil 1,9 til tríggjar milliardir dýrari í leypandi prísum enn ein almennur tunnil við eini rentu á trý prosent.
- Hetta verður tað, sum føroyingar skulu rinda meiri fyri ein privatan tunnil enn vit skulu rinda fyri ein almennan tunnil, sigur Johan Dahl.
- Hetta eru so eisini pengar, ið fara av landinum til Danmarkar ístaðin fyri, at teir kundu gjørt gagn í Føroyum.
Johan Dahl sigur, at hetta eru pengar, sum kunnu brúkast til at fíggja aðrar samferðsluíløgur við, ella aðrar íløgur.
Hann leggur afturat, at besta loysnin fyri samfelagið er at leggja allar tunlarnar í eitt felag.
- Eitt felags tunnulisfelag fer at hava eina rættiliga stóra eginogn, sum kann brúkast sum trygd fyri lagaligum lánum og avkastið kann so brúkast til at fíggja aðrar útbyggingar.