Tað verður ringt hjá hinum 12 býráðslimunum í Havn at taka metið frá Heðin Mortesen. Marin Katrina Frýdal er tann fyrsta, sum fær møguleikan – men tað verður í fyrsta lagi í 2052. Og Annika Olsen klárar tað í øllum førum ikki fyrr enn í árinum 2059, tá hon er 84 ár
Heðin Mortensen er 11 ár á odda sum tann, sum hevur sitið longst í Tórshavnar býráð.
Í gjár sendi Tórshavnar býráð út eina heilsan í sambandi við, at Heðin Mortensen á nýggjárinum hevur sitið í Tórshavnar býráð í 45 ár.
Og hann er so langt framman fyri tann næsta á listanum, sum er Petur í Gong, sáli, sum sat í býráðnum í 34 ár.
Av teimum 13, sum sita í Tórshavnar býráð er tað bara Heðin Mortesen, sum hevur sitið í býráðnum síðani síðstu øld. Tann av hinum 12, sum hevur sitið longst, er Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, sum fyrstu ferð varð vald í býráðið í 2004. Hon er tí tann fyrsta av teimum 12, sum kann »hótta« metið hjá Heðini Mortensen. Og tað kann hon í fyrsta lagi gera á býráðsvalinum í 2052 – treytað av, at Heðin Mortensen ikki verður valdur í býráðið næstu ferð. Men skuldi Heðin Mortensen stillað upp einaferð afturat, so kann hann koma upp á 52 ár í býráðnum – og tey sum kenna hann væl ivast ikki í, at hetta málið hevur hann sett sær.
Men skal Marin Katrina taka metið, so skal hon veljast í býráðið níggju ferðir afturat. Hon er í dag 57 ára gomul – og í 2052 fyllir hon 92 ár, um lív og heilsa verður.
Um vit ikki telja við, at onkur av teimum, sum hevur sitið í býráðnum í 28 ella 24 ár kann gera politiskt »come-back«, so kunnu vit við rímuligari vissu siga, at Heðin Mortensen kemur ikki at uppliva at missa metið. Skuldi Heðin Mortensen so verið valdur aftur í býráðið næstu ferð, so kann metið ikki takast fyrr enn í 2056 – og tá fyllir hann 110 ár, um lív og heilsa verður.
Skuldi Annika Olsen tikið metið frá Heðini Mortensen, so verður tað ikki fyrr enn í 2059, tá hon er 84 ára gomul.
So leingi hava tey 138 fólkini, sum hava sitið í Tórshavnar býráð síðani 1909, sitið býráðnum:
Býráðslimir í Tórshavnar býráð frá 1909 - 2017 | ||
|
|
|
Nr | Navn | ár |
1 | Heðin Mortensen | 45 |
2 | Petur í Gong | 34 |
3 | Trygvi Samuelsen | 28 |
4 | Jan Christiansen | 28 |
5 | Elin Lindenskov | 24 |
6 | Kjartan Mohr | 24 |
7 | Ingi Mohr | 24 |
8 | Johan Pauli Henriksen | 24 |
9 | H. C. W. Tórgarð | 21 |
10 | Jens M. Poulsen | 20 |
11 | Petur Christiansen | 20 |
12 | Leivur Johannesen | 20 |
13 | Leivur Hansen | 20 |
14 | Hans Chr Andreasen | 18,5 |
15 | Tórfinn Smith | 18,5 |
16 | Elias Johansen | 17 |
17 | Ronald Poulsen | 16,5 |
18 | Hanus við Høgadalsá | 16 |
19 | Sigfred Skaale | 16 |
20 | Eliesar Arge | 16 |
21 | Lisbeth L. Petersen | 16 |
22 | Páll Petersen | 16 |
23 | Jógvan Arge | 16 |
24 | Sjúrður Olsen | 16 |
25 | Óli Breckmann (eldri) | 15 |
26 | Peter F. Christiansen | 14 |
27 | Wenzel Petersen | 13,5 |
28 | Marin Katrin Frýdal | 13 |
29 | Nyholm Debes | 12 |
30 | Mortan Holm Carlsen | 12 |
31 | Jacob Suni Jacobsen | 12 |
32 | Arnstein Niclasen | 12 |
33 | Katrin Dahl | 12 |
34 | Schumann Hjaltalin | 12 |
35 | Poul Michelsen | 12 |
36 | Johannes O. Joensen | 11 |
37 | M. A. Jacobsen | 11 |
38 | Halla Samuelsen | 11 |
39 | Finnur Johansen | 10,5 |
40 | Anton E, Degn | 10 |
41 | Hans Jacob Michelsen | 10 |
42 | Poul S. Hansen | 10 |
43 | Sofus Sivertsen | 10 |
44 | Ebbe Mortensen | 9,5 |
45 | Carl Bærentsen | 9 |
46 | Søren Emil Müller | 9 |
47 | Bogi Andreasen | 9 |
48 | Annfinn Brekkstein | 9 |
49 | Niles Nielsen | 8,5 |
50 | Bjarti Mohr | 8 |
51 | Niels Fl. Olsen | 8 |
52 | Leif Waagstein | 8 |
53 | Magnus Tórsheim | 8 |
54 | Jarlstrand Danberg | 8 |
55 | Óli Frits Jacobsen | 8 |
56 | Børge Persson | 8 |
57 | Daniel Larsen | 8 |
58 | Zafharias Wang | 8 |
59 | Kristianna Rein | 8 |
60 | Høgni Mikkelsen | 8 |
61 | Hildur Eyðunsdóttir | 8 |
62 | Beate L. Samuelsen | 8 |
63 | Mads Andreas Winther | 8 |
64 | Sigmund Z. Arge | 8 |
65 | Poul Niclasen | 8 |
66 | Jacob M. Mouritsen | 8 |
67 | Hans P. Hansen | 8 |
68 | Johannes J. Poulsen | 8 |
69 | Ólavur Michelsen | 7,5 |
70 | Zacharias Sørensen | 7,5 |
71 | Jákup Dam | 5 |
72 | Tróndur Sigurðsson | 5 |
73 | Bjørghild Djurhuus | 5 |
74 | Helena Dam á Neystabø | 5 |
75 | Jens av Reyni | 4,5 |
76 | Johannes Simonsen | 4 |
77 | Eliesar Hansen | 4 |
78 | Gregorius Johannesen | 4 |
79 | Trónd Hansen | 4 |
80 | Joen Christiansen | 4 |
81 | Jógvan Christiansen | 4 |
82 | Vilhelm Samuelsen | 4 |
83 | Marius Rein | 4 |
84 | Jacob Karl J. Rein | 4 |
85 | Jacob Jacobsen | 4 |
86 | Johannes C. Michelsen | 4 |
87 | Malena S. Samuelsen | 4 |
88 | Th. Jacob S. Jacobsen | 4 |
89 | Kartni Winther | 4 |
90 | Dánial á Dul | 4 |
91 | Johannes Hansen | 4 |
92 | Martin Petersen | 4 |
93 | Jona Henriksen | 4 |
94 | Niclas á Dunga | 4 |
95 | Edward Mitens | 4 |
96 | Valdemar Lützen | 4 |
97 | Klæmint Clementsen' | 4 |
98 | Jens Evensen | 4 |
99 | Edvard Lindenskov | 4 |
100 | Th. Pauli Christiansen | 4 |
101 | Anton Andrésen | 4 |
102 | Carl Bærentsen | 4 |
103 | Sofus D. Christiansen | 4 |
104 | Jákup Suni Joensen | 4 |
105 | Klæmint Olsen | 4 |
106 | Jenis av Rana | 4 |
107 | Kaj Leo Johannesen | 4 |
108 | Jacob P. Christiansen | 4 |
109 | Jacob Vilhelmsen | 4 |
110 | Niels Juel Arge | 4 |
111 | Jacob Joensen | 4 |
112 | Vagnur Johannesen | 4 |
113 | Jákup Símun Simonsen | 4 |
114 | Levi Mørk | 4 |
115 | Maria Hammer Olsen | 4 |
116 | Annika Olsen | 4 |
117 | Sigrún Mohr | 4 |
118 | Ewald Arge | 3,5 |
119 | Katrin Dahl Jakobsen | 3 |
120 | Christian H. Jacobsen | 3 |
121 | Thomas Askham | 3 |
122 | Poul J. Poulsen | 2,5 |
123 | Hans J. Simosen | 2,5 |
124 | Tórálvur Samuelsen | 2,5 |
125 | Niels Debes | 2,5 |
126 | Heini Olsen | 2 |
127 | Svend Å. Andersen | 1,5 |
128 | Zacharias Heinesen | 1,5 |
129 | Kári Thorsteinsson | 1,5 |
130 | Oliver Kragesteen | 1,5 |
131 | Hjalmar Heerup | 1,5 |
132 | Anton Andrésen | 1 |
133 | Óla Kristian Skála | 1 |
134 | Annbjørn Olsen | 1 |
135 | Inga Dahl | 1 |
136 | Turið Horn | 1 |
137 | Gunvør Balle | 1 |
138 | Bergunn Kass | 1 |