Tekur 3 dagar at fara til Havnar eitt litið ørindi

Nú skal prísurin fyri at búgva á útoyggj, skerast út í papp

Nú skal tað skerast út í papp, hvat tað kostar at búgva á útoyggj.

Tað vil Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Hann hevur nú sett Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nakrar heilt ítøkiligar spurningar um, hvussu nógv tað kostar at búgva á útoyggj.

 

Her hugsar hann serliga um flutningskostnað, bæði hvat fólki og farmi viðvíkur. Løgtingsmaðurin heldur, at spurningurin er serstakliga viðkomandi, nú samgongan kannar møguleikan fyri at lata privat røkja sigling hjá Strandferðsluni.

 

Páhaldið er, at tað skal vera bæði betri og bíligari.

Men í hesum sambandi vísir Kári P. Højgaard á, at sjóvegis samband er bara til Mykinesar um summarið.

- Restina av árinum verður fólk og farmur flutt við tyrlu.

Tað merkir, at skulu mykinesfólk til Havnar eitt ørindi ein týsdag, mugu tey av oynni við tyrlu longu sunnudag og sleppa ikki heimaftur fyrrenn mikudag.

 

Les eisini: Útoyggjafólk Samd um at mótmæla


- Skulu fólk framhaldandi búleikast á útoyggj, er støðugt og gott ferðasamband við nøktandi farma- og ferðaseðla kostnaði, ein avgerandi fortreyt, sigur Kári P. Højgard.

Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin svara um flutningskostnaðurin er tann sami til allar útoyggjar.

 

Les eisini: Siga kortanei til at einskilja Strandferðsluna

 

Hann skal eisini upplýsa, hvussu nógv kostar at flyta ein traktor og eina last av sandi ella skervi úr Tórshavn til Suðuroyar, Skúvoyar, Mykinesar og Fugloyar

 

Somuleiðis vil Kári P. Højgaard hava landsstýrismannin at rokna út, hvat tað kostar á leið, at flyta alt tilfarið til eini vanlig sethús á 90 fermetrar í tveimum hæddum við stoyptari grund, til áðurnevndu pláss.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at tað er ein stórur trupulleiki hjá fólki á útoyggj at fáa flutt lendisakfør, traktorar, skerv, byggitilfar, og annað, í oynna, fyri ein rímiligan prís

 

- Flutningurin ger tað nógv dýrari at byggja sethús á útoyggj. Harumframt kunnu húsini neyvan seljast fyri meira enn helvtina at byggikostnaðin, tá tey eru liðug.