Tekstil í Gallarí Oynni

Rita Mortensen sýnir í hesum døgum fram tekstillist í Oynni á Tvøroyri

Sunnudagin fóru hurÝarnar upp fyri einari nýggjari framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Og hesaferÝ er talan um list í tekstil. Listakvinnan Rita Mortensen úr Danmark sýnir fram.
Og talan er um list á høgum støÝi og ein sær beinanvegin sum leikfólk, at her eru nógvir tímar farnir til hvørt einstakt listaverk.
Sera vakurt og hugtakandi. Myndevnini eru úr hugaheiminum, úr ævintýrum hjá H.C. Andersen, úr Grønlandi og Føroyum og annars eru ymsar náttúrulýsingar.
Litirnir eru spælandi og glógvandi, men tó eru verkini sum heild væl samansett, so heildin er dempaÝ og innbjóÝandi til nærri njótilsi.
Rita Mortensen er útbúgvin innan tekstil frá 1957 til 1960. SiÝani 1993 hevr hon starvast fulla tíÝ sum listakvinna innan tekstil. Hon er limur í listabólkinum Quilte Qunstnerne.
Hon hevur havt mangar framsýningar síÝani 1988 í mongum ymsum londum. Sjálvandi nógvar framsýningar í Danmark, men eisini t.d. í USA, Fraklandi, Onglandi og í Japan.
Rita Mortensen hevur prýtt ymisk støÝ og bygningar, t.d. í Danmar, Grønlandi, Kekkia og Sveis.