Teknobólkurin SASH! vitjar í Føroyum

Kendi týski teknobólkurin SASH! úr 90-árunum fer seinni í mánaðinum at spæla síni hittløg í Rex ?Encore une Fois?, ?Ecuador? og ?Stay? er kendastu løgini hjá SASH! Tey hoyra 90-árunum til og vórðu regluliga spæld í eitt nú Club 20, sum dansistaðið Eclipse æt tá.

 

Hóast tann tíðin er farin, kunnu føroyingar seinni í mánaðinum droyma seg aftur til gamlar teknodagar. SASH!, ið eigur løgini, sum hittaðu stórt á evropeisku dansigólvunum seinast í farnu øld, vitjar dansistaðið Rex fríggjakvøldið 24. oktober. Tað er byin.fo, ið hevur fingið bólkin henda vegin.

 

Byin.fo selir atgongumerki á sínari heimasíðu. Tað hava verið onkrir trupulleikar við søluni, men nú riggar hon aftur, sum hon skal.