Hin 1. september vóru 20 ár liðin, síðan Tummas Johannesen byrjaði í starvi sum tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu.
Tá hevði hann longu verið í øðrum starvi í 12 ár.
- Sjálvur hevur hann sagt, at hann hevði verðins besta starv, men valdi kortini at senda eina umsókn, tá Sjóvar kommuna skuldu hava nýggjan tekniskan leiðara.
Tummas Johannesen fekk starvið, og tá fekk hann sambært honum sjálvum aftur verðins besta starv.
- Fyribils hevur hann so verið í hesum verðins besta starvi í 20 ár, og tað hátíðarhildu vit við einum lítlum morgunmatarborði á skrivstovuni í morgun.
Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Við høvið í morgun segði borgarstjórin, Artur Johansen, nøkur orð og handaði Tummasi Johannesen eina gávu.
- Vit takka fyri tey fyrstu 20 árini og gleða okkum til fleiri ár aftrat, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Á heimasíðuni - www.sjovar.fo - liggja nakrar myndir frá løtuni í morgun.
##med2##












