Tað segði ákærin, John Kølbæk, í sínari proseduru í Føroya Rætti fyrrapartin.
Ákærdi helt seg alla tíðina til somu frágreiðing, sum hann mátti vita, ikki samsvaraði við teknisku prógvini, so hví broytti ákærdi ikki frágreiðing, spurdi John Kølbæk. Hann svaraði sjálvur, at so hevði hann mist trúvirði.
Viðvíkjandi knívinum segði ákærin, at tað var áfallandi, hvussu órættaði helt í knívinum. Fyri tað fyrsta hevði hann knívin í vinstru hond, og harnæst helt hann so mikið undarliga um knívin, at hann mátti verða lagdur í hondina á honum. Og teir einastu, ið vóru inni har, vóru ákærdi og órættaði.
Hann segði eisini, at tað var púra burtur við, at ákærdi ikki ringdi eftir hjálp, tá hann sá teir stóru blóðblettirnir, har tann størsti var 70 ferðir 70 sentimetrar.
Eisini segði hann, at ákærdi ikki tók brillurnar fyrstu ferð, hann var í íbúðini, men heldur aðru ferð, tí blóðið var við at storkna. Og so lógu brillurnar í tí stóra blóðblettinum og ikki í einum av teimum heldur smærru, so sum ákærdi vildi vera við.
Hann segði, at báðir voru rættiliga ávirkaðir, og tí var tað lítið sannlíkt, at ákærdi kundi havt reagerað so, sum hann segði seg gera.
Væntandi fellur dómur í málinum mánadagin.