Tann risastóra maskinan, sum ætlandi skal siga vísindini, hvussu alheimurin varð til, er steðgað orsakað av einum tekniskum breki. Ein 30 tons tungur transformatorur, sum verður brúktur í sambandi við eina køliskipan, gekk fyri. Tað bar í sær, at tað var ikki so kalt í royndartunlinum sum ásett, og tí bleiv avgjørt at sløkkja maskinuna, sigur CNN.
Tað eru tey, sum halda, at royndin í tunlinum á markinum millum Sveis og Frakland kann enda við einari vanlukku, soleiðis at Jørðin hvørvur í einum stórum, svørtum holi, og tí hevur útgerðin fingið navnið Dómadagsmaskinan.
Tey, sum vara av royndini, siga við CNN, at tann parturin av royndini, sum hevur elvt til orðaskifti og stúran, skuldi júst setast í gongd, tá tað tekniska óhappið gjørdi tað neyðugt at sløkkja maskinuna. Tey vænta, at maskinan fer aftur í gongd í dag ella í morgin.









