Eitt tekniskt brek við einum flogfari hjá Atlantsflogi hevur tarnað flogferðsluni í morgun og fer framhaldandi at ávirka flúgvingina í dag.
Tað var flogfarið, sum skuldi fara úr Vágum klokkan átta í morgun til Keypmannahavnar, sum fekk trupulleikar og í tí sambandi varð gjørt av at seta flogfarið fyribils, til trupulleikin er loystur.
Tey ferðafólkini, sum skuldu við tí flogfarinum, eru akkurát nú sloppin avstað,tí anna flogfar mátti útvegast ístaðin og tað kom ikki í Vágar fyrrenn langt út á fyrrapartin.
Men flúgvarin, sum fekk tekniskar truppuleikar, verður klárur aftur nú beint eftir miðdag og hann fer avstað nú klokkan 14.45 so ferðafólkini, sum skuldi flúgva tá, sleppa avstað, sum ætlað
Men tey, sum skulu til Billund nú klokkan 13.45, sleppa ikki avstað, sum ætlað, tí tað flogfarið fer ikki fyrrenn klokkan 17.30 sigur Rasmus Niclasen trygdar- og støðleiðari hjá Atlantsflogi.