Tekniskt brek seinkar Smyrli

Smyril var gott og væl eina hálvan tíma seinkaður, tá ið hann skuldi av Krambatanga til Havnar klokkan 15.30 í dag.

Ferðafólk, sum vóru umborð, løgdu til merkis, at ljósið fór tvær ferðir, nøkur sekund hvørja beint áðrenn hann skuldi loysa.

Og tá ið hann so skuldi loysa, boðaði skiparin frá, at tey høvdu tekniskar trupulleikar, sum tey arbeiddu upp á at loysa.

Skiparin upplýsir, at tað var einum hjálpimotori, tað var galið við. Brekið elvdi til, at roykur kom í maskinrúmið og haðani fór roykurin upp ígjøgnum, so at tað luktar eitt sindur brent um alt skipið.

Men eingin vandi var nakrantíð á ferð og alt riggar, sum tað skal.

Og beint nú eru trupulleikarnir loystir og sostatt legði Smyril frá landi, 35 seinni enn eftir ferðaætlanini.

Sostatt verður hann eisini hálvan tíma seinni í Havnini enn ætlað.