Tekniskt brek leggur Løgtingið lamið

Eftir ætlan skulu løgtingsfundur setast klokkan 10 í morgun – men nú, trý korter seinni, er hann ikki byrjaður enn.

 

Løgtingsskrivstovan sigur, at tey hava tekniskar trupulleikar og tí er tingfundurin ikki byrjaður enn. Og tey dugdu heldur ikki at siga, hvussu langa tíð, tað fór at taka, men arbeitt verður upp á tað.