Tekniskt brek førir til umskipingar á farleiðum

Vegna tekniskt brek hjá Teistanum verða umskipingar á Skopunar-og Nólsoyarleiðunum í dag.

Vegna teknisk brek er strandfaraskipið Teistin ikki í sigling um Skopunarfjørð í løtuni, og ivasamt er, nær Teistin verður klárur aftur til sigling.

 

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at Silja Star fer at sigla úr Skopun nú klokkan 12.30 og klokkan 14 og 15 í dag. Siglt verður av Gomlurætt klokkan 13.15 og klokkan 14.30.

 

Eftir hetta fer Ternan, sum annars røkir Nólsoyarleiðina, at sigla fyri Teistan eftir galdandi ferðaætlan restina av skírisdegnum.

 

- Ternan siglur fyrsta túr av Gomlurætt klokkan 15.45 og síðan eftir ferðaætlanini hjá Teistanum um Skopunarfjørð.

 

Jens Petur Brattalíð sigur, at Ternan fer úr Havn og út til Nólsoyar nú klokkan 13 og úr Nólsoy aftur klokkan 13.25.

 

- Síðan fer Silja Star at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð eftir galdandi ferðaætlan hjá Ternuni, og siglt verður fyrsta túr úr Havn klokkan 16.20, sigur ferðslusamskiparin.