Tekniskt brek fær Smyril at rulla

Annar stabilisatorurin á Smyrli er fyrigingin og tí rullar hann nakað verri enn hann plagar

Tey, sum hava siglt við Smyrli seinastu dagarnar, hava varnast, at hann hevur ikki verið heilt so friðarligur í sjónum, sum hann plagar.

Orsøkin til tað er tann einfalda, at annar stabilisatorurin er óvirkin í løtuni.

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað eru einir 14 dagar síðani, at stabilisatorurin í bakborði gekk fyri og síðani hevur Smyril siglt við einum stabilisatori.

Tað hevur gjørt, at tá ið veðrið ikki er gott, hevur hann rullað eitt sindur verri enn hann plagar.

Rakstrarleiðarin sigur, at serfrøðingur frá verksmiðjuni hevur verið umborð á Smyrli og kannað stabiliastorarnar og tað vísir seg at tað eru legur og ein bóltur, sum eru farin. Men hann væntar at fáa eykalutir heim, so at stabilisatorurin kann verða umvældur um eina góða viku.

Hann sigur, at hetta eru slitdeilir, men hevur víst seg sum um, at teir slítist skjótari enn væntað.

Tað kemst helst av at stabilisatorarnir verða koyrdir út og inn fleiri ferðir um dagin og tað er ikki vanligt.

Eftirsum hetta hevur víst seg at verða ein trupulleiki, bindur Strandferðslan um heilan fingur og skiftir deilin út á hinum stabilisatorinum samstundis.

Men tað var ikki orsøkin til, at tveir túrar vórðu strikaðir í gjár. Í gjár var fyrst túrurin av Krambatanga klokkan 15.30 avlýstur og sum ein avleiðing av tí, varð eisini túrurin úr Havn klokkan 18.30, avlýstur.

Orsøkin til tað var, at ein av motorunum verður umvældur í løtuni og tí missur Smyril nakað av kraftini á bógskrúvuni. Og eftirsum nógvur vindur var í Havnini, var tað mett at vera óráð at fara inn um Molan við niðursettari megi.