Flogferðslan til Reykjavík, Bergen og Billund er nakað darvað í dag, orsaka av at eitt tekniskt brek er á Elinborg, einum av airbussunum hjá Atlantsflog.
Elinborg er farin niður til Danmarkar til umvælingar og verður væntandi í flúgving aftur longu seinni í kvøld, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
Jóhanna á Bergi sigur, at hetta fer at seinka flogferðsluna í dag, men vónandi ikki í morgin.
- Eg vóni ikki, ferðslan verður seinkað í morgin, men hon verður darvað í dag. Vit eru í ferð við at leggja ferðaætlanina restina av degnum og vóna, at øll ferðafólkini eru komin upp á pláss innan hetta døgnið, sigur Jóhanna á Bergi.
Broytingarnar í ferðsluni síggjast á heimasíðuni hjá flogfelagnum.