Út við klokkan hálvgum ellivu gjárkvøldið fór eldfráboðanin í húsinum hjá Bank Nordic í Húsagøtu í Havn í gongd.
Sløkkiliðið fór væl mannað á staðið, men tað vísti seg, at eingin eldur var. Tað var bara eitt tekniskt brek, sum hevði sett eldfráboðanina í gongd.