Tekniski stjórin arbeiðir fyri felags kós

(Ljóðsamrøða) Pætur S. Clementsen vil, at ein felags kós verður sett fyri fótbóltsmenningini

 

Ein innandura fótbóltshøll er ikki tað, sum nýggi tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur S. Clementsen ynskir mest. Hann heilsar einari nýggjari innandura fótbóltshøll vælkomnari, um hon gerst veruleiki. Men tað hann ynskir mest er, at øll tey mongu í Føroyum, sum vilja føroyskum fótbólti væl fara at hava eina felags kós.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu in.fo/Rás2 gjørdi við Pætur S. Clementsen á móttøkuni, sum var fyri honum, og fráfarandi tekniska stjóranum Petur S. Simonsen, sum var í tí nýggja FSF-húsinum í dag.

 

Pætur S. Clementsen hevur drúgvar royndir, sum venjari, og hann sigur, at hann ynskir at geva fótbóltinum nakað aftur, tí fótbólturin hevur givið sær nógv. Umframt at verða tekniskur stjóri skal Pætur eisini verða landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum.