Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum tekur undir við eini umsókn uppá 6,8 milljónir krónur til dagføring av Tekniska skúla í Klaksvík.
Talan er fyrst og fremst um at dagføra teknisku útgerðina á skúlanum. Partur av henni er rættuliga gomul, so hon kann vera við til at halda støðið á skúlanum..
Meirlutin í fíggjarnevndini sigur, at handverksyrkið er í støðugari menning og tí rt tørvur á at dagføra skúlan í Klaksvík.