Tekniski Skúli í Klaksvík taktur

Nýggi bygningurin hjá Tekiniska Skúla í Klaksvík varð taktur í gjár. Í gjár var tann stóri kranin hjá Skipasmiðjuni á Skála í Klaksvík og setti takelementini á nýggja bygninginum hjá Teknsiska Skúla upp á pláss.

Norðlýsið skrivar, at tað tók fýra tímar at tekja tann umleið 500 fermetrar stóra bygningin.

Nýggi bygningurin skal byggjast saman við verandi skúla, og tað arbeiðið fer í gongd, tá skúlin er farin í summarfrí.

Við nýggja bygninginum fær Tekniski Skúli í Klaksvík pláss fyri umleið 70 næmingum afturat.