Á Tekniska skúla í Klaksvík: Hava framleitt ein trædreygubonk

Jú, hvat kunnu ungir dreing ikki útinna, tá viljin er til staðar?

Tað spyrja teir á Tekniska skúla í Klaksvík, nú dreingirnir, sum hava útbúgvið seg innan maskinsmíð, hava framleitt ein trædreygubonk.

Í eini verkætlan seinasta hálva árið, hava teir framleitt dreygubeinkin, og er hetta eitt amboð, sum kann brúkast í fleiri fakum, siga teir úr Klaksvík.

Fyrstur at brúka beinkin, var Theodor Sólbjørg, sum segði gott fyri verkinum.

? Sum faklærari í umleið fjórðings øld havi eg sjáldan sæð slíkan eldhuga frá næmingum, sum hesir dreingir hava víst á skeiðnum, til tess at náa málinum, sigur Hans Jacob á Kósini.

Hans Jacob á Kósini sigur, at dreingirnir eru ungdómar, sum ongantíð áður hava traðkað sínar skógvar á maskinvarkstaði, men eru komnir á Tekniska Skúla, ið vón um at fáa eina framtíð á maskinøkinum.

? Um rætt verður at borið, eru allir hesir ein fongur fyri tað føroyska vinnulívið, sigur Hans Jacob á Kósini.