Teknar operahús í Dubai

Ósbjørn Jacobsen teknar nú eitt operahús til eina kapping í Dubai

Henning Larsen Tegnestue, har Ósbjørn Jacobsen arbeiðir, var við til at gera nýggju donsku Operuna, og fyritøkan hevur eisini verið við til at mynda onnur tónleikahús.
 Tá ið Operahúsið í Keypmannahavn var liðugt, var tað líkasum eitt vakum í fyritøkuni, tí júst tá høvdu vit eingi projekt við tónleikahúsum, men nú eru aftur fleiri projekt, sigur Ósbjørn.
 Vit eru við at gera eitt konserthús í Uppsala, og nú arbeiði eg við at tekna eitt operahús í Dubai. Hetta er ein kapping, sum vit eru við í, og eg skal brúka komandi tíðina til hetta projektið, sigur hann.