Ein argur lesari hevur í morgun sent okkum hesa myndina, sum er av bakendanum á bili, ið er vorðin teknaður og skemdur.
Líkt er til, at eingi mørk eru fyri, hvussu ungdómurin kann hóreiggja sær, tá tey sleppa fram at við einum tussji ella máling. Tað, sum fyri er, fært eitt strok.
Bileigarin visti eftir øllum at døma av ongum og hevur helst koyrt í bilinum í fleiri dagar við fúlu átekningini, sum sæst her á myndini.










